Nýtt á KVF Ljóð: Dreymasavnið tulkar dreymar

Nýtt á KVF Ljóð: Dreymasavnið tulkar dreymar
Dreymasavnið er poddvarp, sum snýr seg um dreymar og dreymatulking. Mia H. Smith og Karl Andrias Stóra eru vertir, og saman við skiftandi gestum týða tey dreymar
Mia H. Smith og Karl Andrias Stórá eru vertir í nýggja poddvarpinum á KVF Ljóð.
Mynd: Privat.  
 
18.09.2024 - 16:01

"Eg plagdi fyri stuttleikar at týða dreymar saman við einum fyrrverandi starvsfelaga. Vit droymdu báðar rættiliga løgnar dreymar. Og soleiðis kom hugskotið at gera eina poddvarpsrøð um dreymar".

Soleiðis sigur Mia H. Smith, sum er ein av vertunum í Dreymasavninum, nýggja poddvarpið á KVF Ljóð. 

Dreymasavnið snýr seg nemliga um dreymar og alt rundan um teir. Vertirnir, Mia H. Smith og Karl Andrias, práta í hvørjum parti við tveir, skiftandi gestir. Gestirnir greiða frá einum serstakum dreymi, tey hava droymt, og so týða tey dreymin. 

Í fyrsta parti eru Trygvi Danielsen og Bartal Augustinussen gestir, og prátað verður um parløg, stress og tað, at finna seg sjálvan.

 

Dreymarnir geva íblástur

"Dreymar kunnu vera rættiliga sárbærir at tosa um, tí teir eru innastu tankar okkara. Har er einki filtur", sigur Mia og minnist, at hon altíð hevur havt lívligar og fantasifullar dreymar. 

Tað er tó ikki so langt síðani, at hon byrjaði at skriva dreymarnar niður. Tað gjørdi, at hon eisini mintist teir betri. Og soleiðis verður Mia eisini inspirerað av dreymunum. 

- Eg brúki dreymar sum íblástur til mína list, tá eg máli og tekni, sigur hon. Umframt at arbeiða sum grafiskur sniðgevi, er Mia eisini listakvinna og halgar nógv av frítíðini til listina, til at tekna, mála og myndprýða. Karl Andrias er tónleikari, og er við í fleiri tónleikabólkum, eitt nú væl umtóktu Aggrasoppum. 

Mynd: Privat. Mia og Karl Andrias eru vertir í Dreymasavninum, og so búgva tey saman. Mia bað Karl Andrias um hjálp til tøkniliga partin av poddinum, og áðrenn hon visti av, vóru tey bæði vertir saman. 

 

"Skilji meg sjálva betri nú"

Men tað er ikki altíð, at dreymarnir merkja nakað serligt. Kortini heldur Mia, at dreymatýðing hevur gjørt, at hon hevur eitt betri innlit í seg sjálva og sínar kenslur.

- Eg taki tað ikki bókstaviliga, at ein serligur lutur ella eitt serligt ting altíð merkir nakað ávíst. Um eg til dømis droymi um egg, merkir tað ikki neyðturviliga, at eg eri við barn. Men at hugsa um tað, sum eg havi droymt, hevur hjálpt mær at skilja meg sjalva betri, og tá hugsi eg kanska serliga um tann kensluliga partin, sigur Mia. 

Tríggir partar av Dreymasavninum eru nú tøkir á KVF Ljóð. Tú kanst eisini fylgja Dreymasavninum á Instagram

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189