Stjórin í FMX: "Ótrúliga syrgiligt fyri føroyska tónleikapallin"

Stjórin í FMX: "Ótrúliga syrgiligt fyri føroyska tónleikapallin"
FMX verður lagt undir at brúka føroyska tónlist til at reinsa grindadrápið fyri landsstýrið, nú Føroyar eru strikaðar sum fokusland á tónleikafestivalinum The Great Escape
Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export, FMX
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2024 - 11:05

"Hetta er ein ótrúliga dapur dagur," ásannar Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export, FMX, tungur á málinum. 

Tað er bara ein vika síðani, at ein fegin Glenn Larsen kundi bera stórtíðindi fyri føroyska tónleikapallin, at lítlu Føroyar fóru at vera í fokus á heimskenda tónleikavinnufestivalinum The Great Escape í Onglandi næsta ár.

Hetta innibar, at upp til átta føroysk tónleikanøvn fingu møguleikan at koma við at vísa seg fram á enska festivalinum, umframt at tað fór at geva føroyska tónleikapallinum nógva umtalu kring Evropa og restina av heiminum.  

 

Løgd undir at føra grindapropagangda

Eins stórur og fagnaðurin var í síðstu viku, eins stórt er vónbrotið í dag, nú tað er greitt, at The Great Escape hevur strikað Føroyar sum fokusland orsakað av ágangi frá djóraverndarfelagsskapum, ið vilja steðga grindadrápinum. 

"Vit í FMX verða løgd undir at vera ein propagandastovnur hjá føroyska landsstýrinum, ið brúkar føroyska tónlist til at reinsa grindadrápið (art-wash), sum ein stór lygn," staðfestir Glenn Larsen, stjóri. 

Tað er móðurfelagið hjá The Great Escape, MAMA Festivals, ið hevur tikið avgerðina um at strika Føroyar sum fokusland yvir høvdinum á fyriskiparunum av The Great Escape.

"Avgerðin, ið móðurfelagið tók, var knøpp, og vit fingu als ikki høvi at komið við okkara mótsvari upp á tær lygnir, ið verða førdar fram í ákærunum frá The Sussex Dolphine Project, at FMX er eitt jarnbrot hjá landsstýrið fyri at reinsa grindadrápið," harmast Glenn Larsen. 

Í skrivinum, sum The Sussex Dolphin Project hevur sent til MAMA festivals stendur, at:
 
"...we fear The Faroe Islands are using The Great Escape for Artwashing. Therefore, we 
respectfully urge you to reconsider the partnership arrangement with The Faroe Islands and its 
Government-funded organisations and explore alternative partners who align more closely with 
the values expected of your event."

 

Fyriskiparar tiknir av ræði

Enn er ógreitt, hvønn týdning, ið íkomna støðan fær fyri luttøkuna hjá føroysku tónleikanøvnum á The Great Escape, ásannar Glenn Larsen, stjóri í FMX. 

"Tey fólkini, ið fyriskipa The Great Escape fyri MAMA Festivals, er sera hørm um støðuna. Tey hava verið í Føroyum og vitja G! festivalin og kenna fullvæl til veruligu umstøðurnar kring grindadrápið. Men tey eru tikin av ræði í hesum málinum," ásannar Glenn Larsen. 

 

Glenn_Larsen_um_TGE_hevur_strikad_Foroyar

 

Her er skrivið, ið The Sussex Dolphin Project sendi til MAMA Festivals, og sum gjørt, at móðurfelagið hjá The Great Escape valdi at strika Føroyar sum fokusland. 

Og her er skrivið, ið The Great Escape sendi út í gjárkvøldið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161