Kanning: Kvinnur halda seg ikki vita nóg mikið um politikk

Kanning: Kvinnur halda seg ikki vita nóg mikið um politikk
"Tað er ein demokratiskur trupulleiki, at kvinnur ikki halda seg vita nóg mikið um politisk viðurskifti til at stilla upp," heldur Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur
 
04.10.2024 - 12:29

Nógv færri kvinnur halda seg hava stórt innlit í politisk viðurskifti í Føroyum enn menn. 

Tað vísir nýggja kanningin, sum Demokratia hevur gjørt saman við Lóðri.

- Kvinnur er meira sjálvkritiskar enn menn, staðfestir Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur.

Sannlíkindini fyri at síggja eina kvinnu á listanum til kommunuvalið eru tískil munandi minni enn at síggja ein mann.

Tá talið er størst, eru tað 20 prosent av kvinnum og 40 prosent av monnum, ið halda seg hava stórt innlit í kommunupolitikk. Hetta eru tey 60 ára gomlu og eldri.

 

>>Øll kanningin hjá Demokratia og Lóður kann lesast her

 

Yngri kvinnur bjóða seg ikki fram

Hjá kvinnum minkar talið, tess yngri kvinnan er. 

Í aldrinum 30 til 59 ár halda einans 15 til 20 prosent av kvinnum, at tær hava stórt innlit í kommunualpolitikk, meðan hjá monnum í sama aldri liggur talið um 35 prosent.

Munurin millum kynini er uppaftur størri, tá tað snýr seg um landspolitikk. Tá eru tað 23 prosent av kvinnum og 47 prosent av monnum - tá talið er hægst - sum halda seg hava stórt innlit í landspolitikk.


Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur

 

Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, heldur, at tað er ein demokratiskur trupulleiki, at ikki líka nógvar kvinnnur sum menn eru í politikki - serliga kommunalpolitikki. 

- Tað eru rættiliga nógvar avgerðir um familju og børn, sum verða tiknar í kommunum, og tað eru kvinnurnar, ið framvegis eru mest heima við børnunum og um familjuna annars. Tá er tað ein demokratiskur trupulleiki, at tað ikki eru líka nógvar kvinnur sum menn í politikki.

Í kanningini bleiv eisini spurt, hví fólk ikki eru meira í politikki. Har geva kvinnur greiðar ábendingar um, at tær ikki halda seg vita nóg mikið um politikk til at blanda seg uppí. 

 

 

Kenna seg ikki hoyrdar

Eisini halda kvinnur seg aftur, tá tær verða spurdar, um teirra politisku áskoðanir eru verdar at lurta eftir.

Her eru tað 35 prosent av kvinnum og 49 prosent av monnum, sum halda tað.

Sum heild er demokratiska sjálvsálitið hjá kvinnum minni enn hjá monnum.


Kvinnur eru nógv meira sjálvkritiskar enn menn, heldur Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur. 

- Tað er sera umráðandi at fáa vent gongdini, tí tað er eitt demokratiskt undirskot, at tveir triðingar av kommunupolitikarunum eru menn. Helvtin av fólkinum er kvinnur, og tær hava nakað annað enn menn at bjóða."

Ein trupulleiki er, at kvinnur í politikki verða harðari revsaðar í politikki enn menn, heldur Súsanna Olsen.

- Vit mugu hugsa um málburðin, um vend skal koma í, sigur Súsanna Olsen.  

 

1700515

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585