Gleða seg at lyfta um Norðurlandameistaraheitini í Føroyum

Gleða seg at lyfta um Norðurlandameistaraheitini í Føroyum
Teir sjey føroyingarnir gleða seg til at lyfta um norðurlendsku meistaraheitini í kapping, sum er í Føroyum fyri fyrstu ferð. - Tað er stórt fyri vektlyftingina í Føroyum
15.10.2024 - 10:55

Føroyingarnir smæðast ikki burtur ímilum teir knapt áttati lyftararnar, sum skulu lyfta um Norðurlandameistaraheitini í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.

Jenny Persson, Maibrit Reynheim Petersen, Julia Tormansdóttir Jacobsen, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði og Sofus Bech fara øll at gera sítt ítarsta fyri at vinna heiðursmerki fyri Føroyar. 

Men kappingin er hørð. Fleiri av norðurlendsku luttakarunum hava longu gjørt um seg á altjóða pallinum og hava vunnið heiðursmerki við bæði EM og HM. Tað vita bæði Julia Tormansdóttir Jacobsen og Niels Áki Mørk, sum leggja síðstu hond á venjingarnar í hesum døgum.

 - Tí hugsi eg ikki so nógv um plaseringina, men bara um míni egnu lyft, sigur Julia Tormansdóttir Jacobsen.

 - Vónirnar um gull eru ikki stórar. Har er kappingin øgiliga hørð, men um eg havi ein ordiliga góðan dag, so havi eg kjansin til silvur, heldur Niels Áki Mørk.

 

Stóran týdning fyri føroysku vektlyftingina

Olympiska vektlyftingin er lutfalsliga nýggj ítróttagrein í Føroyum, men saman við aðrari styrkiítrótt er nógv hent síðstu árini.

At hýsa eina so stóra altjóða kapping við luttakarum úr øllum norðurlondum hevur stóran týdning fyri menningina hjá sjálvari styrkiítróttini og ikki minst fyri íðkararnar, heldur Frank Petersen, sum í fleiri ár hevur verið venjari hjá føroysku landsliðslyftarunum.

 - Vektlyfting er lutfalsliga nýggj í Føroyum, og tí gleðast vit um, at vit kunnu halda eina NM-kapping við øllum, sum tað hevur við sær, sigur Frank Petersen.

 - Tað gleði eg meg til (at lyfta í Føroyum, red.). Tað gleði eg meg ræðuliga nógv til, sigur Niels Áki Mørk.

 - Tað eru trý ár síðan, at vit fingu at vita, at vit skuldu halda NM, og tað merkir nógv, at vit kunnu halda hesar stóru altjóða kappingarnar. Tað merkir, at vit kunnu menna sambandið skjótt og blíva sersamband, og vit vóna eisini at draga fleiri íðkarar at okkum og fáa fleiri feløg runt um landið, sigur Niels Áki Mørk. 

 

Hvat er olympisk vektlyfting

Olympisk vektyfting er tvey ymisk lyft: Trekk (snatch) og stoyt (clean and jerk). Lyftarin hevur tríggjar royndir í hvørjum lyfti: Seks lyft tilsamans. Tann, ið lyftir mest samanlagt (tveykampur), er vinnari. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138