Vestmenningar trupla uppgávu í European Cup

Vestmenningar trupla uppgávu í European Cup
VÍF tapti við sjey málum fyri Westwien í European Cup fríggjakvøldið, og tí verður torført at spæla seg víðari, tá seinni dysturin verður í Vestmanna leygarkvøldið
 
19.10.2024 - 07:00

Útgangsstøði hjá vestmenningum undan seinna dystinum ímóti Westwien í European Cup er ikki gott.

VÍF tapti í gjár 29-22 ímóti eysturríkska mótstøðuliðnum, og skal tískil vinna við minst sjey málum um felagið skal víðari í 3. umfar.

Tað sá annars toluliga gott út í steðginum, tá støðan var javnleikur 13-13, men steypavinnararnir úr Wien avgjørdu dystin fyrstu løtuna eftir steðgin, tá teir skutu seg upp á 20-14.

Seinni dysturin millum VÍF og Westwien verður í Vestmanna klokkan 19 í kvøld.

H71 spælir eisini seinna dystin ímóti italska felagnum SSV Brixen í dag. Fyrri dysturin endaði við 40-33 ósigri til hoyvíkingar, so nógv bendir á, at føroysku mansliðini verða útsligin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846