Taptu dystin men vunnu føroyameistaraheitið

Taptu dystin men vunnu føroyameistaraheitið
Kvinnurnar hjá NSÍ taptu 3-2 fyri Víkingi, men góða útgangstøði fyri seinasta umfar hevði við sær, at runavíkingar fóru avstað við sínum fyrsta FM-heiti
Kvinnurnar hjá NSÍ hava vunnið sítt fyrsta FM-heiti, og kunnu samstundis kalla seg greipuvinnarar
Mynd: FSF  
 
19.10.2024 - 15:00

Kvinnurnar hjá NSÍ tryggjaðu sær í dag sítt fyrsta føroyameistaraheitið og kunnu kalla seg greipuvinnarar.

Tær gulu vitjaðu Víking í Sarpugerði, og hóast tær taptu 3-2, kundu tær gleðast um FM-heitið, sum er komið til høldar eftir ein sera góðan endaspurt.

NSÍ vann kappingina við 46 stigum. KÍ, sum vann 4-1 á HB í dag, fekk eisini 46 stig, men málmunurin hjá runavíkingum er níggju mál betri. Víkingur, sum leingi var fremst, endaði á 3. plássið við 43 stigum. 

Rúna Olsen legði NSÍ á odda tíðliga, áðrenn Lea Lisberg og Jensa Tórolvsdóttir skutu heimaliðið framum. Helga Mikkelsen javnaði fyri NSÍ stutt eftir steðgin, men í yvirtíðini tryggjaði Lea Lisberg Víkingi sigurin.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Heidi Sevdal, liðskipara

1703373

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155