Felag fyri fólk við Down syndromi verður sett á stovn

Felag fyri fólk við Down syndromi verður sett á stovn
Felagið skal arbeiða fyri at upplýsa um Down syndrom og veita stuðul til avvarðandi
Hilmar Gudmundsen er millum teirra, sum hava tikið stig til at stovna felag fyri fólk við Down syndromi.
 
21.10.2024 - 18:00

Í kvøld er ætlanin at stovna eitt felag fyri fólk við Down syndromi og avvarðandi teirra.

Felagið skal arbeiða fyri at upplýsa um Down syndrom og veita stuðul tey, sum varða av. 

Millum teirra, sum hava tikið stig til felagið, eru Hilmar Gudmundsen og unnustan, Beata Leifsdóttir Skaalum.

Tey vóna, at foreldur í framtíðini kunnu verða betur loftað, tá tey fáa barn við Down syndromi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21102024_Downs_syndrom

 

Stovningarfundurin verður í Perluni í Havn í kvøld klokkan 19.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717