Laksaprísurin methøgur

Laksaprísurin methøgur
Prísurin var millum 38 og 40 kr. fyri kg fyrra hálvár
 
22.10.2013 - 08:07

Prísurin á laksi er høgur sum sjáldan áður.

Í løtuni er prísurin millum 37 og 39 norskar krónur fyri kilo, og hetta er tað mesta síðan 1992, sigur greinarin hjá Nordea Markeds, Kolbjørn Giskeødegård, sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Væntandi fara høgu laksaprísirnir at halda sær í 2014.

Giskeødegaard sigur, at framtíðarprísirnir á fiskabørsinum, FishPool, fyri 2014 liggja um 38 til 40 norskar krónur fyri kilo av laksi fyrra hálvár og 36 norskar krónur fyri seinna hálvár.

Eisini greinarin hjá First Securities, Henning Steffenrud, væntar høgar laksaprísir komandi ár.

- Útboðið hevur verið lægri í ár enn í fjør, og tað gevur hægri prísir.

Higartil í ár hevur prísurin verið slakar 39 krónur fyri kilo, og tað er torført at síggja, hvaðani hægri útboð skal koma, sigur Henning Steffenrud við Kyst.no.

Hann vísir harumframt á, at framleiðsluvøksturin, sum hevur verið seinastu árini, ikki er nóg mikið til at nøkta vøksturin í eftirspurninginum, og tá hækka prísirnir, sigur Steffenrud.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563