Skotar og írar vilja ikki lata makrel frá sær

Skotar og írar vilja ikki lata makrel frá sær
Vil ES lata Føroyum og íslandi meir makrel, so má ES lata tann partin av sínari kvotu, siga norðmenn
 
22.10.2013 - 08:19

Talsmenn hjá fiskimonnum í Skotlandi og Írlandi gjørdu aftur í gjár eina roynd at fáa Mariu Damanaki, ES-fiskivinnukommisser, at taka aftur tilboðið hjá ES um størri makrelkvotur til føroyingar og íslendingar.

Í samráðingunum millum strandarlondini, sum vera í London nú í vikuni, ætlar ES at bjóða Føroyum 12 prosent av heildarkvotuni næsta ár og Íslandi 11,9 prosent.

Hetta hevur fingið øði í fólk í uppsjóvarvinnuni í Írlandi og Skotlandi, sum kalla fiskiskapin hjá føroyingum og íslendingum sjórán.

Eisini írski ES-tingmaðurin, Pat the Cope Gallhager, finst hvassliga at ætlanini hjá Damanaki.

Tað hevur vakt ans, at ES kemur einsamalt við tilboðnum til Føroya og Íslands.

ES og Norra hava annars higartil drigið eina línu í makreltrætuni.

Nýggi norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, hevur ikki sagt sína hugsan um uppskotið hjá ES.

Tað er ikki greitt, hvørja støðu, nýggja norska stjórnin hevur í makrelmálinum.

Men norska vinnan hevur boðað frá sínari støðu.

Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, hevur sagt, at vil ES geva Føroyum og Íslandi meira makrel, so skal hvør stertur takast av kvotuni hjá ES.

Nú beint fyri makrelsamráðingarnar um 2014, hevur almenna grønlendska felagið Royal Greenland kunngjørt, at grønlendingar fiskaðu 52.000 tons av makreli í summar.

Grønland telur ikki við sum strandarland, men ásetti sær kortini 65.000 tons í makrelkvotu í summar.

Sambært landsstýrinum er talan um royndarfiskiskap.

Íslendingar fiskaðu ein part av grønlendsku kvotuni, og eitt kinesiskt móðurskip var við EysturGrønland og tók makrel.

ES er sinnað at lata Grønlandi 3,6 prosent, 32.000 tons, av tilmæltu heildarkvotuni næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115