Villy Søvndal fekk blóðtøpp í hjartað

Villy Søvndal fekk blóðtøpp í hjartað
Skurðviðgerðin á Ríkissjúkrahúsinum eydnaðist væl, upplýsir danska uttanríkisráðið
 
22.10.2013 - 14:21

61 ára gamli danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, fekk í morgun ein blóðtøpp í hjartað.

Villy Søvndal merkti pínu fyri bringuni, tá hann var á veg til arbeiðis í uttanríkisráðnum í morgun.

Hann og bilførarin samdust um, at best var at senda boð eftir sjúkrabili, sum flutti uttanríkisráðharran á Ríkissjúkrahúsið.

Har fekk hann viðgerð, sum eydnaðist væl, upplýsir danska uttanríkisráðið.

Villy Søvndal tekur arbeiðið sum uttanríkisráðharri uppaftur um stutta tíð, stendur í boðunum frá uttanríkisráðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542