Ættleiða valdsflutt børn úr Danmark

Ættleiða valdsflutt børn úr Danmark
Valdsflutt donsk børn kunnu verða ættleidd til Føroya, um broytingin í ættleiðingarlógini verður samtykt
 
06.11.2024 - 19:25

Verður ættleiðingarlógin broytt, so merkir tað, at valdsflutt børn í Danmark kunnu verða ætleidd til Føroya.

Í 2014 kom ein lógarbroyting í Danmark, ið hevur við sær, at fleiri børn, ofta valdsflutt, verða leysgivin til ættleiðing. 

Áðrenn lógarbroytingina skuldi staturin prógva, at foreldraførleikin ikki fór at batna. Eftir lógarbroytingina skal staturin prógva, at sannlíkindi ikki eru fyri, at foreldraførleikin fer at batna. 

Síðan lógarbroytingina í Danmark, so er talið av valdsfluttum børnum økt og danska mannarættinda-instituttið hevur rópt varskó um brot á mannarættindi hjá børnum og familjum teirra.  

Anna Dam, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Barnaverndarstovu Føroya, vísur á, at tað millum annað eri fíggjarlig atlit, sum liggja aftanfyri lógarbroytingina í Danmark.

Hoyr innslag her:

05112024_AEttleiding

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233