Nýggi meirilutin hevur býtt nevndarsessir

Nýggi meirilutin hevur býtt nevndarsessir
Elsa Berg, sum verður borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini, og Heðin Mortensen, sum verður varaborgarstjóri, verður limur í SEV-stýrinum
Guttormur í Skála í Borgaralistanum, Elsa Berg í Tjóðveldi og Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum.
 
14.11.2024 - 08:06

Nýggi býráðsmeirilutin skrivaði í gjár undir semjuskjal um nevndarbýti hjá meirilutanum í Tórshavnar býráði.

Anja Weyhe er forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

Bergur Dam Jensen, sum eisini er úr Kollafirði, er somuleiðis í nevndini fyri meirilutan. 

Hann er formaður í teknisku nevnd, og hin býráðslimurin úr Kollafirði, Anja Weyhe, er eisini í teknisku nevnd fyri meirilutan.

 

Heðin í SEV-stýrið

Heðin Mortensen er formaður í havnarnevndin og vinnunevndini. Og hann umboðar Tórshavnar kommunu í SEV-stýrinum.

Kristianna Winther Poulsen er forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini og heilsu- og eldranevndini, sum eisini umfatar integratión.

Heidi Lava Elgeirsdóttir er forkvinna í mentamálanevndini.

Annita á Fríðriksmørk er forkvinna í trivnaðarnevndini, sum eisini hevur matarskipan til dagstovnarnar, og í Fjarhitafelagnum.

Og sum borgarstjóri er Elsa Berg fødd forkvinna í fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804