Eingir atkvøðuseðlar í Skúvoy á kommunuvalinum

Eingir atkvøðuseðlar í Skúvoy á kommunuvalinum
Valnevndin hevur ábyrgd at útvega atkvøðuseðlar, men tað visti valstýrisformaðurin ikki
Skúvoy
Mynd: Savnsmynd  
 
23.11.2024 - 13:25

Eingir atkvøðuseðlar vóru tøkir, tá skúvoyingar í farnu viku vóru á kommunuvali. 

Í staðin máttu øll velja við brævatkvøðu. 

Orsøkin var, at valstýrisformaðurin ikki visti, at valnevndin hevur ábyrgd at útvega atkvøðuseðlar.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið frá Løgmálaráðnum, viðvíkjandi eini kæru um valið.

 

Borgari boðaði frá

Eftir valið fekk Umhvørvismálaráðið eina fráboðan frá einum borgara um valið. Tann fráboðanin bleiv send til Løgmálaráðið, sum síðan bað valstýrisformannin um frágreiðing um málið.

Í frágreiðing til Løgmálaráðið váttar nevndarformaðurin í valstýrinum í Skúvoyar kommunu, Kim Morgan Ejdesgaard, at eingir atkvøðuseðlar vóru tøkir. 

Hann vísir á, at tað var dagin fyri valið, tá hann kannaði um alt var sum tað skuldi vera á valstaðnum, at hann varnaðist, at teir manglaðu. 

Og skjótt vísti tað seg, at eingin annar visti nakað um nakrar atkvøðuseðlar.

Tað merkti - sambært valstýrisformanninum - at tvinnir vóru kostirnir.

 

Frágreiðing frá valstýrisformanninum

Í frágreiðing til Løgmálaráðið skrivar valstýrisformaðurin soleiðis:

"Eg kann velja at læsa hurðina og boða frá, at einki valg verður í kommununi í dag, tí eingin
stemmuseðlar eru tøkir.

Ella eg at lata fólkini velja, sum um tað var stemma við brævatkvøðu, har tann einstaki skrivar eitt
navn á tann seðilin tey fingu frá okkum, sum síðani fer í atkvøðukassan, sum er læstur.

Navni á teimum, sum eru uppstillað, liggur á borðinum í atkvøðurúminum, so borgarin kann síggja
hvørji tey eru.

Um eg valdi fyrru loysnina at steingja, so vildi mikið rumbul komið av hesum.

Velji eg seinri loysnina, so hava vit jú valt á sama hátt, sum um tað var við brævi, og metti eg at hetta
var tað mest skilagóða."

Hann leggur síðan aftrat, at hann var av tí fatan, at tað var kommunan, sum skuldi syrgja fyri, at atkvøðuseðlar vóru tøkir til valdagin. 

 

Ikki í samsvari við kommunuvallógina

Eftir at hava fingið frágreiðingina hjá valstýrisformanninum sendi Løgmálaráðið 18. november eitt skriv til Skúvoyar kommunu, um at tey hava fingið eina fráboðan, sum bendir á, at kommunuvalið í Skúgvoy ikki er farið fram í samsvari við kommunuvallógina. 

Tað er nevniliga ásett í §9 í kommunuvallógini, at: Til valdagin og valstaðin útvegar valnevndin neyðugt tal av atkvøðuseðlum, sum allir skulu vera til staðar í valhølinum, tá valið byrjar.

Tað er tó bygdaráðið, sambært §23 í kommunuvallógini, sum í fyrsta umfari skal taka støðu til klagur viðvíkjandi kommunuval. Tí hevur Løgmálaráðið sent málið til bygdaráðið at taka støðu til. 

Og tann avgerðin skal takast í seinasta lagi 30. november.

 

Bygdaráðið fer at viðgera klaguna

Poul Osmund Tórarenni, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, skrivar í viðmerking til Kringvarpið, at bygdaráðið hevur fingið klaguna frá Løgmálaráðnum og fer at viðgera hana ein av fyrstu døgunum. 

Hann vil tó ikki viðmerkja, um neyðugt verður við umvali. 

34 fólk høvdu valrætt í Skúvoyar kommunu, 30 teirra greiddu atkvøðu.

Harry Jensen fekk 14 atkvøður, Jóannes í Hoygarðinum 10 og Jákup Andreas Thomsen 4. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756