Hoyringarfundir um Suðuroyartunnilin

Hoyringarfundir um Suðuroyartunnilin
Í kvøld verður fundur á Tvøroyri, í annaðkvøld á Sandi og mikukvøldið í Havn
Tá skrivað var undir politisku semjuna í Tinganesi um Suðuroyartunnilin. Løgmaður greiðir frá verkætlanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2024 - 08:27

Fyrsti av trimum almennum hoyringarfundum um Suðuroyartunnilin verður í Salti á Drelnesi í kvøld.

Á fundinum vera løgmaður, umboð fyri P/f Suðuroyartunnilin og Landsverk.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at greiða frá politisku semjuni, lógaruppskotinum og fíggingarleistinum.

P/f Suðuroyartunnil hevur frágreiðing um Suðuroyartunnilin og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroynni. 

Og Landsverk hevur frágreiðing um møguligar loysnir í sambandi við tilhoyrandi verkætlanir í Sandoynni.

Í annaðkvøld verður fundur á Mørkini miklu á Sandi og mikukvøldið í Finsen í Havn.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið um Suðuroyartunnil er 6. desembur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375