Reyði Krossur: Familjur og pensjónistar biðja nú eisini um hjálp

Reyði Krossur: Familjur og pensjónistar biðja nú eisini um hjálp
Í gjárkvøldið var stuðulskonsert til frama fyri "Í menniskjum góður tokki"
Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi.
 
02.12.2024 - 08:58

Fleiri enn 1400 fólk í Føroyum fáa ikki endarnar at røkka saman, og tey venda sær tí til Reyða Kross at fáa ókeypis klæði og døgurðamat. 

Tað kom fram undir stuðulskonsertini hjá Barnabata, "Í menniskjum góður tokki", sum var send í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, segði í sendingini, at talið á teimum, sum hava brúk fyri hesi hjálpini frá Reyða Krossi, er nógv vaksið síðstu tvey, trý árini, undir høgu inflatiónini í samfelagnum.

 

Frá stuðulskonsertini í Hoyvíkar kirkju.

 

Eisini vanligar familjur og pensjónstar

Higartil hava umleið tveir triðingar verið stakir uppihaldarar. Men nú eru tað eisini vanligar familjur og pensjónistar, sum eru so illa fyri fíggjarliga, at tey leita sær hjálp hjá Reyða Krossi. 

Undir stuðulskonsertini kom eisini fram, at í fjør fingu 814 børn í Føroyum jólahjálp.

Felagsskapurin Barnabati stendur fyri hesum arbeiði.

Aftur í ár ber til hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um stuðul til at halda jól. Umsóknarblaðið er á heimasíðuni hjá Barnabata, har eisini ber til at lata stuðul. Søkjast kann um jólahjálp, til og við 7. desember. 

Sí stuðulskonsertina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244