Landsstýrismaðurin mælir til at geva tol í telefonmálinum

Landsstýrismaðurin mælir til at geva tol í telefonmálinum
Hóast løgmaður heldur, at vit eiga at banna fartelefonum í fólkaskúlanum, heldur Djóni Nolsøe Joensen ikki, at løgmaður undirgrevur arbeiðið hjá landsstýrismanninum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.01.2025 - 11:01

Løgmaður vil seta forboð fyri fartelefonum í fólkaskúlanum, men Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, mælir til at geva tol. 

- Skúlastýrini eiga avgerðina, sigur hann. 

Í november í fjør kom tíðindaskriv frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, um at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur tikið stig til, at nýtslan av fartelefonum í fólkaskúlum skal tálmast.

 

 

Tí bleiv heitt á øll skúlastýri um at áseta reglur, sum tálma nýtsluna av fartelefonum í skúlanum.

Men í nýggjársrøðu síni helt løgmaður, at vit eiga at fara meira viðgongt til verka.

Djóni Nolsøe Joensen heldur kortini ikki, at løgmaður undirgrevur arbeiðið hjá landsstýrismanninum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03012025_Djoni

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263