Brandur H. Olsen: "Hetta følist rætt fyri meg, og tað er tað viktigasta"

Brandur H. Olsen: "Hetta følist rætt fyri meg, og tað er tað viktigasta"
"NSÍ er tað felagið, ið hevur víst størst áhuga fyri mær," sigur landsliðsleikarin Brandur Henriksson Olsen, sum nú skiftir í gula búnan hjá NSÍ í Runavík
Mynd: FSF  
 
04.01.2025 - 18:08

Blaðungur fór Brandur Hendriksson Olsen av landinum. Størsta felag í Danamark, FCK, hevði fingið eyguni upp fyri føroyska stórtalentinum úr Skálavík. 

14 ár seinni vendir nú 29 ára gamli Brandur Hendrikssson Olsen so nøsina heimaaftur til klettarnar at spæla fótbólt. 

Heldur óvæntað, so eru tað ikki føroysk stórfeløg sum KÍ og HB, ið fáa ágóðan av stóru dygdunum hjá Brandi, men NSÍ. 

 

NSÍ vísti størst áhuga

Brandur Hendriksson Olsen staðfestir, at NSÍ var tað felagið, ið vísti størst áhuga fyri at fáa seg at spæla við sær. 

"Nú veit eg ikki, um tað var so stórur áhugi frá hinum feløgunum í Føroyum, at fáa meg at spæla við sær. NSÍ er tað felagið, ið hevur víst nógv størst áhuga, og eg eri ordiliga spentur upp á avbjóðingina."

Krumtøppurin á landsliðsmiðvøllinum vísir á, at NSÍ í ár hevur ein sera spennandi hóp. Umframt Brand sjálvan, so eru Jann Julin Benjaminsen og Michal Przybylski eisin komnir til felagið, har Petur Knudsen er heilt stóra stjørnan. 

Nýggi miðvallargeneralurin hjá NSÍ vil tó ikki lova, at stóra tilgongdin merkir, at NSÍ nú er at rokna sum ein FM-biðil. 

"Tilgongdi til felagið heur verið góð, og hópurin er í øllum førum spennandi, og vit fara at alt tað, ið vit eru mentir, fyri at fáa eitt so gott kappingarár sum gjørligt."

 

Brandur_H_Olsen_klipt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221