Gekk túr hvønn dag í 2024

Gekk túr hvønn dag í 2024
- Tá tú gongur, fært tú frið at hugsa. Og tað er ordiliga gott, sigur Erla Leonsson, sum á nýggjárinum 2023 setti sær fyri at ganga túr hvønn dag í 2024.
 
14.01.2025 - 13:35

Ein gongutúr hvønn dag í árinum.

Hetta var tað, sum Erla Leonsson úr Sørvági setti sær fyri á nýggjárinum fyri einum ári síðani.

Og tann 31. desember í fjør hevði Erla Leonsson rokkið málinum. Hon hevði tá gingið ein túr hvønn einasta dag í 2024. Tað bleiv til 366 túrar.

- Eg havi altíð gingið nógv, men við hesum vildi eg geva mær sjálvari eina avbjóðing, og at ganga er tað, sum fellur mær lættast, heldur enn til dømis at renna, svimja ella rógva, sigur Erla Leonsson, sum í miðal gekk túr ein tíma hvønn dag í fjør.

Sambært henni er ein gongutúrur góður fyri bæði likam og sinn:

- Fyri tað fyrsta er tað gott fyri kroppin. Kenslan av at mann orkar betur dag fyri dag er ordiliga góð. Og so er tað eisini tað, at tú fært frið at hugsa. Tað er ordiliga gott, sigur Erla Leonsson.

Tað hevur tó ikki altíð verið líka lætt at fara út at ganga:

- Onkrar dagar var tað strævið. Eg mátti ofta fara tíðliga upp um morgunin, tí eg slappaði ofta ikki av, fyrr enn eg hevði verið dagliga túrin, sigur Erla Leonsson, sum enntá hevur hildið fast í nýggjárslyftinum, tá hon hevur verið sjúk.

- So lat eg meg í kavadrakt út yvir náttklæðini, og so líka ein stuttan túr til gongu, fortelur Erla Leonsson.

Fyri tað mesta hevur hon gingið í bygdini, men onkrar dagar fór hon til Bíggjar, Miðvágs ella niðan á flogvøllin. 

Í morgunsendingini greiðir Erla Leonsson frá nýggjárslyftinum, sum hon kom á mál við 31. januar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040