"Sjórænararnir" í Nólsoy fríkendir

"Sjórænararnir" í Nólsoy fríkendir
Skipað var fyri mótmæli 1. september í 2019, tí nólsoyingar stóðu aftur til at missa Ternuna
Teir ákærdu vórðu døndir at rinda dagbøtur fyri at órógva friðin, men av tí at málið er fyrnað, sleppa teir undan at gjalda.
Mynd: "Nólsoy nú og tá" á Facebook  
 
30.01.2025 - 14:29

Teir sleppa undan at ganga plankan út, teir fimm nólsoyingarnir, sum vóru skuldsettir fyri trý lógarbrot í sonevnda sjórænaramálinum, tá ið teir forðaðu Ternuni at leggja at í Nólsoy í september í 2019. 

Frihedsbrevet skrivar, at teir fimm nólsoyingarnir eru í dag fríkendir fyri tvey av lógarbrotunum, sum snúðu seg um at hava forðað løgregluni í at arbeiða, og fyri at hava afturhildið strandfaraskipinum Ternuni.

Tó vórðu teir funnir sekir í at hava órógvað almenna friðin, og vórðu dømdir 10 dagbøtur á 500 krónur fyri tað. Men tann revsingin fall kortini burtur, tí málið er fyrnað.

Teir fimm skulu heldur ikki gjalda sakarmálskostnaðin, tí tað skal tað almenna.

Málið stavar frá 1. september í 2019, tá nólsoyingar skipaðu fyri einum mótmælistiltaki á ferjuleguni í Nólsoy.

Vildu ikki missa Ternuna
Nólsoyingar stóðu aftur til at missa Ternuna, tí hon skuldi avloysa Teistan á Sandoyarleiðini, meðan Teistin var á sleipistøð. 

Afturfyri skuldi Jósup røkja Nólsoyarsiglingina, og tað vildu nólsoyingar ikki finna seg í. 

Millum annað var ætlanin hjá nólsoyingum at forða Ternuni at loysa aftur beinavegin.

Talan skuldi ikki vera um nakað drúgt mótimæli, men bara eina fimtan minuttir langa blokadu fyri at gera vart við ónøgdina. 

Men ein spent støða tók seg upp millum nólsoyingarnar og skiparan á Ternuni, ið noktaði at koyra rampuna niður, so fólk ikki sluppu í land.

Hetta hevði við sær, at nólsoyingar settu endar á Ternuna, og úrslitið var, at Ternan lá við ferjuleguna í fleiri tímar, og ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522