Polarstjørnan liggur framvegis á liðini

Polarstjørnan liggur framvegis á liðini
Línuskipið legði seg á liðina á bedingsvogninum, tá skipið skuldi hálast upp á Klaksvíkar Sleipistøð
 
30.01.2025 - 18:34

Tað eru nú seks vikur síðan línuskipið Polarstjørnan koppaði, tá tað skuldi takast upp á bedingina hjá Klaksvíkar Sleipistøð.

Hetta var 19. desember. Kavarar kundu tá staðfesta, at skipið ikki hevði fingið skaða, og jólaaftan segði Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, við Kringvarpið, at ein ætlan var gjørd um, hvussu skipið skuldi fáast av aftur. 

Men Polarstjørnan stendur - ella liggur - framvegis á sama stað.

Frimodt Rasmussen hevur onki at siga um málið beint nú, og Hanus Hansen, reiðari, hevur heldur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar um, hví Polarstjørnan nú hevur ligið koppað á sleipistøðini í seks vikur.

- Hetta er sjálvandi ein keðilig støða, ikki minst hjá manningini, sum ikki fær fulla inntøku, tá skipið ikki er til fiskiskap, sigur Hanus Hansen í stuttari viðmerking.

Manningin á Polarstjørnuni telur 14-15 mans.

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, segði við Kringvarpið 6. januar, at málið sjálvandi er at fáa skipið á rættkjøl aftur so skjótt sum tilber, men áðrenn arbeiðið kann byrja skulu allir partar, sum eru uppi í málinum, tað vil siga sleipistøðin sjálv, reiðaríið og tryggingin, vera samdir um ætlanina.

Línuskipið Polarstjørnan hevur fiskiloyvi til 68 fiskidagar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674