Philadelphia Eagles smurdi Kansas City Chiefs av

Philadelphia Eagles smurdi Kansas City Chiefs av
59. útgávan av Super Bowl gjørdist lítið spennandi, tí tað var ongantíð nakar ivi um, hvat var sterkari liðið á vøllinum
Stóra stjørnan hjá Kansas City Chiefs og í amerikonskum fótbólti, Patrick Mahomes, verður trumlaður niður av Philadelphia Eagles verjuleikarar
Mynd: Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.02.2025 - 12:10

Í tvey ár á rað hevði Patrick Mahomes verið høvdingurin í amerikonskum fótbólti saman við hansara Kansas City Chiefs.

Og í ár skuldi vera árið, tá liðskiparin og lið hansara skrivaðu søgu og gjørdust fyrsta felag, ið vann Super Bowl trý ár á rað. 

Men ørnurnar úr Filadelfia, Philadelphia Eagles, og Jalen Hurts, liðskiparin, vildu tað øðrvísi - nógv øðrvísi.

Philadelphia Eagles smurdi í roynd og veru Mahomes og Kansas City Chiefs av. 

 

Tá avtornaði stóð 40-22 á máltalvuni, men tað var ikki ordiliga eftirfarandi, tí dysturin var longu avgjørdur, tá komið var til hálvleiks, og Kendrick Lamar kundi fara á pallin at undirhalda.

Støðan longu vónleys fyri Chiefs, tí Eagles vóru frammanfyri 24-0, og tá vóru eingi tekin í sól og mánanum um, at tað fór at eydnast Mahomes og hansara monnum at venda gongdini. 

 

Tað var serliga verjan hjá Eagles, ið var avgerandi í dystinum, tí hon trumlaði álopið hjá Chiefs niður. So gjørdi tað minni, at stóra álopsessið hjá Eagles, hin kviki bakkurin Saquon Barkley, ikki ordiliga fekk sítt spæla at rigga í finaluni.

Meðan verjan syrgdi fyri, at Chiefs ikki megnaðu at koma á máltalvuna í fyrra hálvleiki, so syrgdi liðskiparin hjá Eagles, Jarlen Hurts, fyri at spæla liðið hjá sær fram til mállinjuna og stig. 

Og tá seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, og beinavegin økti um leiðsluni til 34-0, so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. 

 

Ikki fyrr enn móti endanum av triðja korteri, eydnaðist Mahomes at kasta ein bólt inn um mállinjuna, sum Xavier Worthy loftaði, so Chiefs loksins komu á stigatalvuna.

Men royndi at fáa tvey stig afturat, við at renna bóltin inn um mállinjuna einaferð afturat, miðseydnaðist. Kanska hevi tað verið snildari at sparka bóltin millum málstólparnar og fingið eitt stig afturat. 

Fjórða og síðsta korter endurtók søgan seg, og enn einaferð stóð tað Eagles á øllum, og tveir ferðir eydnaðist tað Jak Elliott, ið sparkar fyri Eagles, at sparka bóltin í málið fyrst úr 44 metrum og so úr 46 metrum. 

 

Tað var ikki fyrr enn Eagles-hópurin so smátt byrjaði at feira sigurin á síðulinjuni, og venjari skiftið nakrar av eykamonnunum inn, at Chiefs og Mahomes fingu nøkur stig á talvuna. 

Og tá Mahomes ikki var undir sama trýsti móti endanum av dystinum, sum hann hevði verið í byrjanin, kundi superstjørnan byrja at vísa, hvørjar dygdir hann hevur sum liðskipari. Besti leikurin í øllum dystinum var, tá Mahomes kastaði bóltin langt inn um málstrikuna hjá Eagels og hin kviki Xavier Worthy enn einaferð megnaði at lofta honum. 

Endaliga støðan gjørdist sum kunnugt 40-22 til Philadelphia Chiefs, ið tykist vera nýggja stórliðið í amerikonskum fótbólti.

 

Sigurin var serliga søtur, tí hann var hevnd fyri 42-30 tapið hjá Eagles móti júst Chiefs í 2023. Ta ferðina gjørdi Jalen Hurts alt, ið hann kundi, fyri at vinna. Hann kastaði bóltin 278 metrar og skoraði sjálvur trý mál, men tað var ikki nokk. Men í ár var eingin ivi. 

 

Spennandi verður at síggja, um Kansas City Chiefs, sum vann Super Bowl í 2020, 2023 og 2024, kann reisa seg aftur. 

 

Bestu bitarnir frá dystinum kunnu síggjast herundir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035