Uppskot um at keypa Grønland lagt fyri umboðsmannatingið

Uppskot um at keypa Grønland lagt fyri umboðsmannatingið
Republikanarin Earl "Buddy" Carter hevur skotið upp, at oyggin fer at eita Reytt-, Hvítt- og Bláland
Earl "Buddy" Carter eigur uppskotið um at keypa Grønland.
 
12.02.2025 - 12:25

Eitt uppskot um at keypa Grønland er lagt fyri amerikanska umboðsmannatingið.

Republikanarin Earl "Buddy" Carter hevur skotið upp at heimila Donald Trump, forseta, at keypa Grønland, og at geva oynni navnið: Reytt-, Hvítt- og Bláland, skrivar Ritzau sambært grønlendska kringvarpinum, KNR.

Nógv uppskot verða løgd fyri umboðsmannatingið, men ikki øll vinna frama.

 

Óvissa um undirtøkuna

Ógreitt er eisini, hvussu stór undirtøka er fyri hesum uppskotinum í umboðsmannatinginum. 

Fyrstu ferð, Donald Trump nevndi møguleikan at keypa Grønland, var, tá hann var forseti í 2019. 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava víst ætlanini hjá amerikanska forsetanum aftur. 

 

Ted Cruz, senatorur. (Mynd: NBC News)

 

Hoyring í senatinum 

Grønland verður eisini á breddanum í eini hoyring í amerikanska senatinum seinnapartin í dag, okkara tíð.

Republikanski senatorurin, Ted Cruz, sigur, at hann væntar, at hoyringin fer at vísa, hvussu stóran geopolitiskan týdning Grønland hevur, og hví USA hevur so stóran áhuga fyri Grønlandi. 

- Náttúruríkidømið í landinum fer at styrkja amerikansku veitingarketurnar og ídnaðin, sigur hann. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373