Joe & The Shitboys skulu hita upp fyri Iggy Pop

Joe & The Shitboys skulu hita upp fyri Iggy Pop
Iggy Pop kallar Joe & The Shitboys fyri ein tann mest spennandi tónleikabólkin í heiminum, nú føroyski punkbólkurin skal hita upp fyri punklegenduna í Onglandi í mai og juni
 
26.02.2025 - 22:02

Í dag er tað kunngjørt, at føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys fáa stóra heiðurin at hita upp fyri punklegenduna Iggy Pop, tá hesin fer á konsertferð í Onglandi í maj.

Leiðin gongur til London, Manchester og Glasgow, men longu nú er greitt, at konsertin í Glasgow er útseld. 

Iggy Pop lýsir Joe & The Shitboys sum ein av mest spennandi bólkum í heiminum beint nú, tá hann kunngjørdi konsertferðina. 

 

Kasta sín tónlistarliga ást á Joe and the Shitboys

Tað er ilt at finna orð fyri, hvussu stórt tað er fyri bæði Joe & The Shitboys og føroyska tónleikapallin, at ein punkbólkur úr lítlu Føroyum fær hendan heiður. 

Iggy Pop er ein livandi tónleikalegenda, sum í sjeytiárunum gjørdist kendur sum sangari og oddamaður í punkrokkbólkinum The Stooges, men seinni sjálvur hittaði stórt við sangunum "Passenger" og "Lust For Life" av plátu við sama navni. 

Seinastu árini hevur Iggy Pop kasta sín tónlistarliga ást á Joe & The Shitboys. Hetta er komið fram í sambandi við tónleikasending hansara Iggy Confidential á BBC 6

Í fleiri umførum hevur Iggy Pop tosar um og spælt sangir hjá føroysku punkarunum. 

Og Iggy Pop hevði teir eisini á munni, tá hann var gestur í poddvarpinum hjá heimskenda tónleikaframleiðaranum Rick Rubin. 

Spola fram til 23.20 og hoyr Iggy Pop og Rick Rubin tosa um Joe & The Shitboys. 

Konsertirnar við Iggy Pop og Joe & The Shitboys vera í London mikudagin 28. mai, Manchester leygardagin 31. mai, og í Glasgow týsdagin 3. juni. 

Meira fæst at vita inni á heimasíðuni hjá Iggy Pop.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770