Almenni geirin rennur undan tí privata

Almenni geirin rennur undan tí privata
Almenni geirin veksur skjótari enn tann privati, og tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri almennu tænastuna, um sparitiltøk ikki verða sett í verk skjótt
06.03.2025 - 19:39

Tað almenna veksur, meðan tað privata stendur í stað.

Langtíðaravleiðingarnar av hesum kunnu verða, at landið ikki hevur ráð til almennu vælferðartænasturnar. Tí má okkurt munagott gerast, heldur fyrr enn seinni, sigur formaðurin í búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.

 - Vit síggja eina beinleiðis minking í talinum av starvsfólkum í privata geiranum, meðan tað almenna heldur á at vaksa sum undanfarin ár, sigur hann.

Vøksturin á teimum tungu vælferðarøkjunum - á eldraøkinum, í útbúgvingarverkinum og  í heilsuverkinum - má tálmast.

 - Tað tunga takið er at syrgja fyri, at vøksturin ikki verður so stórur frameftir, sigur formaðurin í búskaparráðnum, sum mælir til nýskipanir heldur enn smávegis tillagingar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458