Ringasta ódn nakrantíð herjar Filipsoyggjar

Ringasta ódn nakrantíð herjar Filipsoyggjar
Vindferðin er upp í 105 metrar um sekundið. 12 milliónir fólk eru rakt
 
08.11.2013 - 09:39

Ódnin Haiyan, sum í dag herjar á Filipsoyggjum, er tann ógvusligasta, sum nakrantíð hevur rakt land. Vindferðin er upp í 105 metrar um sekundið, og miðalvindferðin er 87 metrar um sekundið. Sambært amerikanska veðurstovninum er higartil ringasta ódnin, Camilla, sum herjaði Missisippi í 1969. Tá var vindferðin 85 metrar um sekundið, sigur amerikanski veðurmaðurin, Jeff Masters.

Haiyan kom inn yvir Filipsoyggjarnar í lýsingini í morgun, og verður yvir oyggjunum allan dagin. Hon tók land við oynna, Samar, sum liggur einar 300 fjórðingar eystan fyri høvuð staðin, Manila. Nógv høg fjøll eru í oyggjunum, og tí minkar vindurin ikki.

12 mió. fólk rakt

Myndugleikarnir høvdu sett tiltøk í verk, áðrenn ódnin kom, og roknað verður við, at 12 milliónir fólk eru rakt av ringa veðrinum. Millum harðast raktu økini er næststørsti býurin á Filipsoyggjunum, Cebu, har 2,5 milliónir fólk búgva. Roknað verður við, at oyggin Bohol  verður harðast rakt. Har var jarðskjálvti í oktober, 220 fólk lótu lív, og 400.000 fólk mistu hús og heim.

Lítið er at frætta úr Filipsoyggjum, tí miðskeiðis í landinum, har ódnin herjar, er mestsum alt samskifti farið. Myndir, sum eru komnar úr býnum Tacloban, vísa, at nógva regnið hevur gjørt vegirnar til smáar áir, og plátur og annað byggitilfar rekst í gøtunum.

Higartil hava myndugleikarnir boðað frá, at trý fólk hava latið lív, men vandi er fyri, at tey gerast nógv fleiri, tá stormurin hasar av aftur, og myndugleikarnir fáa yvirlit yvir støðuna, skriva tíðindastovurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491