Atlantic Petroleum í andaleypi

Atlantic Petroleum í andaleypi
Felagið sigur, at eydnast ikki at fáa eina loysn á skuldarspurninginum, hórar tað ikki undan
Stórar føroyskar fyritøkur stovnaðu Atlantic Petroleum í 1998, og fleiri túsund føroyingar settu partapening í føroyska oljufelagið. (Savnsmynd)
 
02.04.2025 - 13:09

Tað hevur ikki eydnast oljufelagnum Atlantic Petroleum enn at gera semjur við tey, sum oljufelagið skyldar pening.  

Samráðingarnar við teir stóru kreditorarnar eru á endaligum stigi, men tað er ikki vist, at tað eydnast at finna eina loysn, sum kann góðtakast, innan ásettu tíðarætlanina.

Atlantic Petroleum sigur í tíðindaskrivi, at eydnast tað ikki at fáa eina loysn á skuldarspurninginum, hórar felagið ikki undan.

 

Stovnað í 1998

Nakrar stórar føroyskar fyritøkur stovnaðu Atlantic Petroleum í 1998, og fleiri túsund føroyingar settu partapening í føroyska oljufelagið. 

Sum er, fær felagið bara inntøkur úr eini oljuleið, Orlando, sum er norðaliga í Norðsjónum. Men inntøkan er ov lítil. Áður hevur Atlantic Petroleum verið uppi í fleiri oljuleiðum. 

Fríggjadagin fæst at vita, hvussu samráðingarnar um skuldina vignaðust. Ársroknskapurin fyri 2024 verður lagdur fram 30. Apríl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938