Aganevndin skal taka støðu til Árna Frederiksberg

Aganevndin skal taka støðu til Árna Frederiksberg
Fótbóltssambandið hevur gjørt at senda kæruna hjá EB/Streymi um tilburðin í dystinum móti KÍ sunnudagin til Aganevndina at taka støðu til
Aganevndin skal nú taka støðu til kæruna um Árna Frederiksberg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2025 - 15:54

Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum skal nú taka støðu til, um Árni Frederiksberg skal hava nakra revsing fyri sín atburð í dystinum millum KÍ og EB/Streym síðsta sunnudag.

Tað hevur starvsnevndin í Fótbóltssambandinum gjørt av nú seinnapartin.

Videoupptøkur frá dystinum vístu, at Árni Frederiksberg hjá KÍ tók upp undir rørarnar á Meinhardi Geyta hjá EB/Streymi, sum svaraði aftur við at sparka Árna Frederiksberg niður. Dómarin gav Meinhardi Geyta reyða kortið, men Árni Frederiksberg fekk onga revsing. 

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF, sigur í stuttari viðmerking, at EB/Streymur kærdi til Fótbóltssambandið, sum eftir at hava hoyrt partarnar í málinum nú hevur sent málið víðari til Aganevndina, soleiðis sum vanliga mannagongdin er.

Hann dugir ikki at siga, nær Aganevndin kemur við sínari niðurstøðu, men at sum oftast gongur tað rímiliga skjótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558