Árligu barnakonsertirnar hjá Symfoniorkestrinum væl vitjaðar

Árligu barnakonsertirnar hjá Symfoniorkestrinum væl vitjaðar
Aftur í ár sleppa 4.000 børn at hoyra Føroya Symfoniorkestur framføra - hesa ferð tónleikaævintýrið "Veiða Vind"
07.04.2025 - 19:24

Á hvørjum ári hevur Føroya Symfoniorkestur barnakonsertir fyri øllum børnum og í ár er einki undantak. Á skrá er filmstónleikur og onnur løg, ið fólk kenna. Hesa ferð er tónleikaævintýrið "Veiða Vind" eisini á skrá. Rakel Helmsdal er rithøvundur, Kári Bæk hevur komponerað og Janus á Húsagarði eigur tekningarnar. Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum, og Annfinnur Heinesen er frásøgufólk. 

Tað er altíð stuttligt at spæla barnakonsertirnar, tí børnini eru væl við og samspæli millum áhoyrarnar, orkestur og frásøgufólk er nakað heilt serligt, tá børnini fylla áskoðaraplássini, siga Bernharður Wilkinson, dirigentur, og Martin Mouritsen, spælari í orkestrinum. Barnakonsertirnar eru týdningarmiklar, tí tær læra børn um tónleik og leggja lunnar undir møguligar komandi spælarar í Føroya Symfoniorkestri, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129