Tvey mál um brot á vápnalógina

Tvey mál um brot á vápnalógina
Politiið tók eisini lóður úr bilinum á Vestmannavegnum
Politiið tók eisini lóður úr bilijnum, sum var steðgaður á Vestmannavegnum sunnudagin..
 
15.04.2025 - 08:05

Tvey mál um brot á vápnalógina eru byrjað eftir hendingina á Vestmannavegnum seinnapartin sunnudagin.

Talan er um tvey skotvápn.

Vaktleiðarin á politistøðini veit ikki, um skotvápnið, sum var í bilinum hjá manninum, var løtt.

Men politiið tók bæði skotvápn og lóður frá manninum.

Maðurin, sum er miðskeiðis í tríatiárunum, hevur ikki verið í grundlógaravhoyring.

Hann er ikki hjá politinum.

Vestmannavegurin var stongdur í næstan fýra tímar seinnapartin sunnudagin.

Av tí at maðurin hevði vápn, var vegurin stongdur av trygdarávum.

Eitt annað fólk var á bilinum. Tað kom út, tá bilurin var steðgaður.

Maðurin, sum var tikin, hevði brúk fyri hjálp og er nú í góðum hondum, sigur politiið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650