USA og Ukraina stovna grunn at endurbyggja Ukraina

USA og Ukraina stovna grunn at endurbyggja Ukraina
Í tíðindaskrivi frá amerikanska fíggjarmálaráðnum um avtaluna verður sagt beinleiðis, at tað var Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina
Scott Bessent, fíggjarmálaráðharri í USA, og Yulia Svyrydenko, 1. varaforsætisráðharri í Ukraina, skriva undir avtaluna um at endurbyggja Ukraina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.05.2025 - 08:36

Ukraina og USA skrivaðu seint í gjárkvøldið okkara tíð undir sáttmála um endurbygging av Ukraina og um ráevni í ukrainsku undirgrundini.

Avtalan ber í sær, at ein endurbyggingargrunnur verður settur á stovn, sum skal brúkast til at endurbyggja Ukraina eftir kríggið.

Sambært ukrainskum myndugleikum skal grunnurin brúkast til at draga útlendskar íleggjarar til landið at leita eftir virðismiklum ráevnum í ukrainsku undirgrundini.

Ukraina sigur, at avtalan staðfestir eisini, at inntøkurnar frá ráevnunum verða býttar helvt um helvt millum Ukraina og USA.

Yulia Svyrydenko, sum er ráðharri fyri handli og búskaparligari menning í Ukraina, sigur, at Ukraina framvegis skal eiga ukrainsku ráevnini, og at ukrainska tjóðin skal gera av, hvar leitast skal eftir ráevnum, og hvar námsvinna skal vera.

 

Grafit og lithium

Nøkur av týðandi ráevnunum í ukrainsku undirgrundini eru grafit og lithium, sum millum annað verða brúkt í battaríum í elbilum, og titanium, sum verður brúkt í rúmdar- og bilídnaðinum.

Mett verður, at hendan avtalan eisini fer at fáa stóran týdning fyri kríggið í Ukraina.

Í tíðindaskrivinum, sum amerikanska fíggjarmálaráðið hevur givið út í sambandi við avtaluna, verður millum annað sagt beinleiðis, at tað var Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina. Hetta eru nýggir tónar úr Washington, har Donald Trump fyrr hevur róð framundir, at bæði londini hava líka stóra ábyrgd av krígnum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA hevur gjørt avtaluna fyri at verja USA. Samstundis hevur hann ført fram, at amerikansk áhugamál í Ukraina í sjálvum sær eru ein verja fyri Ukraina, tí USA fer altíð at verja síni áhugamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498