Umboðsmaðurin: Landsstýrið kann ikki nokta at ræna lomvigaregg

Umboðsmaðurin: Landsstýrið kann ikki nokta at ræna lomvigaregg
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er er biðið um at endurskoða heimildina í fuglaveiðilógini til at ræna lomvigaregg
Umboðsmaðurin heldur ikki, at fuglaveiðulógin heimilar landsstýrinum til heilt at forbjóða ræning í nógv ár, uttan at hugsa um at varðveita siðin at ræna egg. (Savnsmynd)
 
01.05.2025 - 09:51

Landsstýrið kann ikki nokta áhugafelagnum Lonini at ræna 500 lomvigaregg.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum biður Almanna- og Mentamálaráðið endurskoða eina kæruavgerð og avmarkandi umsitingina av kunngerðini um ræning.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er biðið um at endurskoða heimildina í fuglaveiðilógini til at ræna lomvigaregg, so samsvar er millum lógina, kunngerðina um ræning, og hvussu hon verður umsitin.

Lonin, sum ikki fekk loyvi til at ræna 500 lomvigaregg, kærdi avgerðina hjá Tjóðsavninum til Almanna- og Mentamálaráðið, sum staðfesti avgerðina.

Tjóðsavnið hevur síðani 2010 bara givið eitt avmarkað loyvi til at ræna lomvigaregg. Tað var í 2014. 

 

Varðveita siðin at ræna

Umboðsmaðurin heldur ikki, at fuglaveiðulógin heimilar landsstýrinum til heilt at forbjóða ræning í nógv ár, uttan at hugsa um at varðveita siðin at ræna egg. 

Avgerðin um at nokta er grundað á, at ikki er mett ráðiligt at gera inntriv í reiðringina hjá lomvigu nakrastaðni í Føroyum, tí stovnurin enn er í niðurgongd. 

Sambært fuglaveiðulógini er annars loyvt at taka lomvigaregg á hvørjum ári til og við 8. juni eftir nærri kunngerð frá landsstýrisfólkinum. 

Treytin fyri at fáa loyvi, sambært kunngerðini, er millum annað, at Tjóðsavnið metir, at ræningin ikki skaðar stovnin munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567