Stýrið fyri Íleggingargrunnin vil ikki ábyrgjast fyri tapsváða

Stýrið fyri Íleggingargrunnin vil ikki ábyrgjast fyri tapsváða
Stýrið sigur, at aðrir fíggingarstovnar í landinum heita javnan á Íleggingargrunnin um at vera við til at fíggja stórar verkætlanir
Palli Ziskason hevur verið stýirisformaður í Íleggingargrunninum seinasti 15 árini.
 
05.05.2025 - 08:10

Hóast stýrið í Íleggingargrunninum ivast í uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata Vága floghavn 350 mió. kr. og Suðuroyartunlinum 350 milliónir úr grunninum, ivast løgmaður og fíggjarnevndin ikki.

Og tað ger løgtingið heldur ikki, tí tað hevur einmælt samtykt uppskotið.

Stýrið helt, at tað átti at vera tilskilað í lógini, at stýrið ikki kann ábyrgjast eftir vanligu reglunum um tapsváða í sambandi við at geva Vága floghavn og Suðuroyartunlinum rentu- og avdráttarfrí lán í tíggju og 30 ár.

Løgmansskrivstovan heldur, at tað er undirskilt, at grunnurin tekur á seg størri váða fyri tapum enn annars.

Tí kann stýrið heldur ikki ábyrgjast eftir vanligu reglunum í sambandi við hesi lán.

 

Fáa javnan áheitan frá øðrum fíggingarstovnum

Stýrið nevnir eisini orðini í lógarupskotinum um, at aðrir fíggingarstovnar kunnu læna teimum pengar, sum annars læna frá Íleggingargrunninum, tí Íleggingargrunnurin fer í nøkur ár ikki at kunna geva lán.

Stýrið sigur, at aðrir fíggingarstovnar í landinum heita javnan á Íleggingargrunnin um at vera við til at fíggja stórar verkætlanir.

Og áhugin hjá útlendskum lánveitarum kann skjótt minka, um búskaparstøðan í Føroyum versnar.

Hetta hevur Løgmansskrivstovan ongar viðmerkingar til í lógaruppskotinum

Men Fíggjarnevndin biður landsstýrið fylgja væl við, og um neyðugt, finna loysnir, sum líta frameftir og tryggja, at Íleggingargrunnurin aftur verður fíggingarmøguleiki hjá framtíðarverkætlanum til frama fyri undirstøðukervið
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744