Handverksmeistarar: Skert lønarendurgjald kann raka lærupláss

Handverksmeistarar: Skert lønarendurgjald kann raka lærupláss
Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag sigur, at trípartaavtalan um at styrkja yrkisútbúgvingar verður sett til viks
Magnus Magnussen er formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
 
20.05.2025 - 18:00

Lønarendurgjaldið til arbeiðsgevarar, tá lærlingar eru í skúla, verður skert.

Í 2019 gjørdu landsstýrið, fakfeløg og arbeiðsgevarar eina trípartaavtalu um at styrkja yrkisútbúgvingar.

Men nú verður lønarendurgjaldið til lærumeistarar skert, tá lærlingar eru í skúla.

Hetta undrar Føroya Handverksmeistarafelag, og formaðurin, Magnus Magnussen, heldur, at trípartaavtalan verður sett til viks.  

Lógarbroytingin fer at hava við sær, at fíggjarliga trýstið á læruplássini verður økt, og formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag stúrir fyri, at hetta fer at ávirka talið á læruplássum í framtíðini. 

Hoyr innslag í íutvarpstíðindum: 

 

20052025_Magnus

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523