Joel Cole: "Tað er ein heiður at kunna skapa okkurt, ið hugtekur fólk"

Joel Cole: "Tað er ein heiður at kunna skapa okkurt, ið hugtekur fólk"
Listamaðurin Joel Cole, ið arbeiðir við træ- og brúkslist, heldur, at list eigur at provokera okkurt í okkum menniskjum, tí annars er tað ikki góð list
Bárður Lydersen
28.05.2025 - 21:00

Í hesum videoportrettinum av trælistamanninum Joel Cole eftir Bárð Lydersen greiðir amerikumaðurin, ið flutti til Føroya í 2011, frá sínari tilgongd til list. 

Joel Cole arbeiðir við natúrligum tilfari, ið hann savnar saman uppá ein burðardyggan hátt. 

"Eg byrjaði at arbeiða við træi í garasjuni hjá pápa mínum. Í sínari frítíð, so dámdi pápa mínum væl at skapa, og hann bjóðaði mær inn í garasjuna at gera tað sama."

 

Kom til Føroya sum skiftisnæmingur

Joel Cole var borin í heim í Minnesota, USA, í 1968. 

Hann vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 1986 sum skiftisnæmingur og valdi at vitja aftur fleiri ferðir, áðrenn hann í 2011 búsetti seg í Føroyum. 

Í dag er Joel Cole ein inngrógvin partur av føroyska listapallinum. 

 

Góð list skal bjóða av

Tað fyrsta listaverkið yvirhøvur var sikkurt ein grein, sum ein holubúgvi byrjaði at manerera við, heldur Joel Cole. 

"List eigur at vera alt. List eigur at provokera okkurt í okkum øllum, um hon ikki ger tað, so er tað ikki góð list."

Fyri Joel Cole er tað umráðandi, at hansara list kemur út til fólk og verður brúkt. 

"Tað er ein heiður fyri meg at kunna skapa okkurt, ið hugtekur fólk," staðfestir hann. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194