Russland og Ukraina samráðast aftur um frið

Russland og Ukraina samráðast aftur um frið
Hetta er onnur ferðin, at beinleiðis samráðingar eru millum russar og ukrainar
Samráðingarnar millum Russland og Ukraina eru á hesi borgini í Istanbul í Turkalandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2025 - 14:01

Umboð fyri Russland og Ukraina hittast í dag til samráðingar um eina møguliga vápnahvíld. Samráðingarnar eru í  Istanbul í Turkalandi.

Sambært tíðindastovuni Reuters møttu umboð fyri bæði londini til fundin, sum byrjaði klokkan 11 fyrrapartin, okkara tíð. 

Við á fundinum eru eisini umboð fyri Turkaland.

Samráðingarnar eru dagin eftir, at Ukraina í gjár framdi eitt umfatandi álop á Russland, langt inni í landinum. Ukrainar sendu dronur so langt inn í Russland, sum landið ongantíð áður hevur gjørt, og sambært ukrainskum keldum vóru 40 russisk flogfør rakt í álopinum.

 

Strategiskt týðandi álop

Palle Ydstebø, sum er oberstloytnantur í norska herinum og høvuðslærari á norska Krígsskúlanum, sigur við norska kringvarpið, at talan er um eitt ógvusligt og strategiskt týðandi álop.

Eisini Russland hevur framt álop á Ukraina, áðrenn londini hittast við samráðingarborðið. Í nátt lótu fimm fólk lív av russiskum álopi á býin Zaporizhzhia, í landsynningspartinum av Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, sigur samráðingarnar í Istanbul at vera eina "serliga løtu" við veruligum møguleika at fáa enda á krígnum. Sjálvur er Zelenskyj við á NATO-toppfundinum, sum er í litavska høvuðsstaðnum Vilnius í dag. 

 

Umboð fyri Ukraina og Russland 

Det forventes i dag at repræsentanter for Ukraine og Rusland for anden gang skal mødes til direkte samtaler i Istanbul i Tyrkiet.

Mødet den 16. maj var det første direkte møde mellem de to lande siden 2022.

Dagens møde kommer, efter Ukraine i weekenden udførte et stort droneangreb, der ramte russiske luftbaser i flere forskellige regioner.

Det mest konkrete resultat efter de første samtaler midt i maj var en aftale mellem Ukraine og Rusland om hver at udveksle 1.000 fanger – den største udveksling i løbet af krigen.

Fra ukrainsk side vil blandt andre landets forsvarsminister, Rustem Umerov, deltage, har Volodymyr Zelenskyj bekræftet, skriver Reuters. Den russiske delegation vil endnu en gang blive ledet af præsident Putins rådgiver, Vladimir Medinskij.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715