Inflatiónin í evrulondum er nú 1,9 prosent

Inflatiónin í evrulondum er nú 1,9 prosent
Tað er fyrstu ferð síðani september í fjør, at prísvøksturin er minni enn tvey prosent
Roknað var við, at inflatiónin í Evropa endaði á tveimum prosentum, men hon fór enn longur niður. (Savnsmynd)
 
04.06.2025 - 09:17

Inflatiónin í evrulondunum er lækkað úr 2,2 prosentum niður í 1,9 prosent í mai mánaði.

Tað skrivar TV2, sum hevur Ritzau sum keldu, og tíðindastovan vísir til tøl frá evropeiska hagtalsstovninum, Eurostat.

Roknað var við, at inflatiónin í Evropa endaði á tveimum prosentum, men hon fór enn longur niður, og tað er fyrstu ferð síðan september í fjør, at prísvøksturin er minni enn tvey prosent.

Sambært leiðandi greinara hjá Danske Bank er væntandi, at prísvøksturin fer at halda sær um tvey prosent næstu mánaðirnar.

 

Eurostat er evropeiski hagtalsstovnurin. 

 

Innfluttar vørur bíligari

- Eftirspurningurin á heimsmarknaðinum eftir evropeiskum vørum er minkaður av handilsstríðnum, og sterka evran ger, at innfluttar vørur eru bíligari. Hetta hevur við sær, at prísvøksturin er lítil, sigur Bjørn Tangaa Sillemann, greinari.

Sambært Ole Krohn, sum er vinnugreinari hjá TV2, hevur lítla inflatiónin við sær, at Evropa stendur sterkari enn USA, tá tað snýr seg um at sleppa undan, at hægri prísir skulu kollrenna búskapin. Og lítli prísvøksturin kann eisini geva rúm fyri fleiri evropeiskum rentulækkingum, leggur hann aftrat.

Sambært Ole Krohn er hetta kanska løtan hjá ES at satsa eina trísiffraða milliardaupphædd til at seta ferð á eina umfatandi vakstrarætlan, sum bæði snýr seg um talgilding og grønt orkuskifti. Og í Danmark kann lítla inflatiónin hava við sær, at reallønin hjá vanligum løntakarum hækkar, so nýtslan eisini kann vaksa. 

Til samanberingar kunnu vit siga, at føroyski prísvøksturin - inflatiónin - var 1,3 prosent í februar. Nýggj tøl koma frá Hagstovuni seinast í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659