Fýra kommunulæknar aftrat

Fýra kommunulæknar aftrat
Nýggju kommunulæknarnir fara at starvast í Runavík, Kollafirði og í Havn
Fýra kommunlæknar eru settir aftrat, men enn vanta nøkur størv at manna.
 
19.06.2025 - 08:07

Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar aftrat.

Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrina Clementsen eru settar í starv í Heilsuøki 2.

Tær fara at býta starvið í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík. Tær taka við starvinum 1. oktober.

Brynhild Hanusardóttir Reinert nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár.

Katrina Clementsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016, og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár.

Sólfríð Jacobsen er sett í starv sum kommunulækni í Heilsuøki 3. Hon tekur við starvinum í Heilsumiðstøðini í Kollafirði 1. mars 2026.

Sólfríð Jacobsen tók embætisprógv í læknafrøði í 2016, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár.

Arnhold Jensen er settur í starv sum kommunulækni í Heilsuøki 4. Hann tekur við starvinum í viðtalu 2 í Heilsumiðstøðini í Gundadali 1. november.

Arnhold Jensen tók embætisprógv í læknafrøði í 2003 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2011.

Hoyr samrøðu við Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd, í útvarpstíðindunum: 

 

19062025_Kommunulaeknar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087