Eftirlit við russiskum trolarum í altjóða sjógvi

Eftirlit við russiskum trolarum í altjóða sjógvi
Eisini í Íslandi er áhugi fyri russiskum trolarum, hóast teir ikki sleppa í íslendskan sjógv ella í íslendska havn
Russiskir trolarar sleppa ikki í íslendskar havnir, tí teir bróta fiiskibann á Rygginum.
 
23.07.2025 - 07:13

Eisini í Íslandi er áhugi fyri russiskum trolarum, hóast teir ikki sleppa í íslendskan sjógv ella í íslendska havn.

Men teir eru í altjóða sjógvi beint eystan fyri íslendska markið.

Í gjár vóru sjey russiskir trolarar har.

Hálvan juni vóru teir 15, skrivar Morgunblaðið. 

Teir fiska kongafisk.

Annars er bannað at fiska kongafisk á Rygginum. Men tað bannið hjá NAEFC (neafc) virðir Russland ikki.

Tí sleppa teir ikki í íslendska havn. 

Neyvt eftirlit

Íslendska vaktar- og bjargingartænastan hevur neyvt eftirlit við russisku trolaranum.

Haðani frættist, at teir "krógva seg ikki", sum sagt verður.

Teir halda allar altjóða reglur um trygd á sjónum, verður sagt.

Vaktar- og bjargingartænastan sigur eisini, at skip úr ES hava eftirlit við russisku trolarunum á Rygginum.

Í NAEFC eru, umframt Russland, ES, Bret­land, Nor­eg, Ísland og Dan­mark fyr­i Føroyar og Grøn­land.

Russisku trolararnir hava tangaskip við sær, so teir kunnu bunkra á sjónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345