Vístur av Tórsvølli, tá hann royndi at øsa Brøndby-fjepparar

Vístur av Tórsvølli, tá hann royndi at øsa Brøndby-fjepparar
Tríggir føroyingar vóru handtiknir í sambandi við fótbóltsdystin
Allir teir handtiknu vóru ungir føroyskir menn. (Savnsmynd)
 
25.07.2025 - 08:18

Ein maður var vístur av Tórsvølli, tá HB og Brøndby spældu í gjárkvøldið.

Hetta var tíðliga í seinna hálvleiki.

Hann royndi at øsa upp fjeppararnar hjá Brøndby við einum plaggi.

Fyrst var hann biðin um at lata plaggið frá sær. 

Tað vildi hann ikki. So var hann biðin um at fara.

 

Føroyingar handtiknir

Triggjar handtøkur vóru. Allir teir handtiknu vóru ungir føroyskir menn.

Tann eini skal í grundlógaravhoyring í dag fyri at spýta á ein politist. 

Hinir vóru tiknir fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Og ein brøndbyfjeppari var fekk durafjórðingin í Glitni.

 

Yvirhøvur friðarligt

Annars var yvirhøvur friðarligt, eisini eftir dystin, tá Brøndbyfjepparnir fóru oman aftur á Skálatrøð.

Nakað av málageipan var, tá skeinkistøðini lótu aftur klokkan tvey.

Politiið verður á flogvøllinum, nú Brøndbyfólkini fara heim í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358