Atli vil ikki tosa um seinasta dansin: Havi fult fokus á dystin í kvøld

Atli vil ikki tosa um seinasta dansin: Havi fult fokus á dystin í kvøld
Hóast dystirnir móti Linfield møguliga verða seinastu dansirnir hjá Atla Gregersen, so er hetta ikki nakað, sum liðformaðurin í Víkingi brúkar nógva tíð uppá at hugsa um
Atli Gregersen varð ársins spælari í føroyskum toppfótbólti í 2024. Her avmyndaður saman við soninum og liðfelaganum í Víkingi, Árna Nóa Atlason.
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
07.08.2025 - 12:36

Í kvøld skal Víkingur spæla tann fyrra dystin av tveimum móti Linfield úr Norðurírlandi í triðja umfari í Conference League-undankappingini, og stendur tað til Atla Gregersen, liðformanni í Víkingi, so eru Víkingaspælararnir uppsettir at gera ein enn betri innsats, enn móti Lincoln Reds úr Gibraltar.

Fyrr í ár var tað leingi eitt ivamál, um Atli Gregersen kundi vera hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, tí hann eisini spælir við besta liðnum hjá Víkingi.

Men ein loysn varð funnin, so Atli Gregersen kundi spæla við Víkingi til í summar. 

Nú er summar, og hóast dystirnir móti Linfield úr Norðurírlandi - í triðja umfari í undankappingini til Conference League - møguliga verða teir seinastu hjá karismatiska verjuskansanum, so er hetta ikki nakað, sum liðformaðurin í Víkingi brúkar nógva tíð upp á at hugsa um.

Hoyr samrøðu við Atla Gregersen her:

Atli_Gregersen_til_heimasiduna

 

Dysturin byrjar klokkan sjey í kvøld, og Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472