- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskur ráðharri hittir Vivian Motzfeldt í Nuuk
Týskur ráðharri hittir Vivian Motzfeldt í Nuuk
Tey skulu tosa um Arktis og Norðuratlantshav, og um til ber at styrkja samstarvið millum londini

Vivian Motzfeldt er landsstýriskvinna í uttanríkismálum í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq
18.08.2025 - 10:23
Altjóða áhugin fyri Grønlandi er vaksin nógv.
Í dag er týski varaverjumálaráðharrin, Nils Schmid, í Nuuk.
Har skal hann hitta Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra.
Tey skulu tosa um Arktis og Norðuratlantshav, og um til ber at styrkja samstarvið millum londini.
Í juni gjørdi Danmark samstarvsavtalu við Týskland, Noreg og Kanada um trygd á sjónum í Norðuratlantshavi.
Týskland tók stig til at fáa hetta samstarvið í lag.
Samstundis er eitt tað størsta skipið í týska herflotanum, Berlin, í Nuuk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























