Avleiðingar greinast neyvari áðrenn vindmyllur kunnu setast upp

Avleiðingar greinast neyvari áðrenn vindmyllur kunnu setast upp
Yvirfriðingarnevndin samtykti í síðstu viku, at tað skal lýsast neyvari, hvørjar avleiðingar vindmyllurnar kunnu fáa fyri fuglastovnarnar í Klivaløkshaga.
 
18.08.2025 - 18:51

Felagið, sum ætlar at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga á Sandi, má brynja seg við toli. 

Yvirfriðingarnevndin samtykti í síðstu viku, at tað skal lýsast neyvari, hvørjar avleiðingar vindmyllurnar kunnu fáa fyri fuglastovnarnar í økinum. 

Tí heitir Yvirfriðingarnevndin á umsøkjaran um at fáa til vega eina fakliga greining, hvørjar avleiðingar vindmyllurnar kunnu fáa fyri fuglastovnarnar sum frálíður.
 

Náttúrufriðingarnevndin fyri Sandoyar sýslu gav í oktober loyvi til vindmyllurnar og vegin.

Umhvørvisstovan gav í februar einum felagi, sum Johan í Niðristovu og onnur ætla at stovna, loyvi at seta myllurnar upp vestan fyri Sands bygd.

Umframt loyvi frá Yvirfriðingarnevndini skal ein umhvørvisgóðkenning eftir umhvørvisverndarlógini eisni fáast.  

Harafturat skal Sands kommuna broyta byggisamtyktina fyri økið og geva byggiloyvi til veg til ætlaðu vindmyllulundina.  Avtala skal eisini gerast við jarðareigarnar í økinum.

 

Hoyr innslag úr tíðindunum kl 18:
 

1758760

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952