Uppskotið um russisku skipini kann hava við sær órógv í samgonguni

Uppskotið um russisku skipini kann hava við sær órógv í samgonguni
Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, sigur, at støðan verður alt meira fløkt, tí uppskotið at útihýsa ávísum russiskum skipum hevur ligið so leingi
 
22.08.2025 - 19:31

Russisk skip, sum eru undir illgruna fyri njósning og sabotasju, skulu ikki hava atgongd til okkara sjóøki og havnir, heldur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

- Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Sirið Stenberg, ger tað einasta rætta, nú hon leggur eitt uppskot fyri løgtingið um at loyva landsstýrinum at útihýsa ávísum russiskum fiskiskipum, sigur hon.

Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, heldur, at uppskotið um russisku skipini kann kann fara at skapa órógv í samgonguni.

- At uppskotið liggur so leingi, áðrenn tað verður viðgjørt, kann hava við sær órógv í samgonguni, heldur Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari.

Hon heldur, at støðan verður alt meira fløkt, nú vinnan eisini er farin at gera vart við seg, og tað, at málið hevur ligið so leingi, byrjar at minni um støðuna fyrr í summar, tá pensjónskipanin og Suðuroyartunnilin vóru til viðgerðar.

Hoyr samrøðu við Beintu Løwe, politiskan viðmerkjara, her:

Beinta_Lowe_og_russisk_skip

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858