Russiski sendiharrin í Danmark: Føroyar seta fiskivinnusamstarvið í vanda

Russiski sendiharrin í Danmark: Føroyar seta fiskivinnusamstarvið í vanda
Setir landsstýrið russisk reiðarí á svartalista í Føroyum, kann tað fáa avleiðingar fyri fiskivinnusamstarvið, sigur Vladimir Barbin
Vladimir Barbin er russiskur sendiharri í Keypmannahavn.
Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix  
 
23.08.2025 - 10:09

- Setir landsstýrið russisk reiðarí á svartalista í Føroyum, kann tað fáa avleiðingar fyri fiskivinnusamstarvið.

Tað sigur russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, í skrivligum svari til DR.

Sendiharrin skrivar, at ætlanirnar um at seta revsitiltøk í verk móti russiskum fyritøkum, setir eitt framhaldandi samstarv á fiskivinnuøkinum í vanda.

Russisku reiðaríini Murman Seafood og Norebo JSC eru á svartalista hjá ES, Noregi og Íslandi, tí tey eru undir illgruna at vera við í njósnaravirksemi.

Men hesum vísir russiski sendiharrin í Danmark aftur.

- Herferðin móti russiskum reiðaríum er bygd á ógrundaðar gitingar, skrivar hann.

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um víðkaðar heimildir at seta tiltøk í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi.

Murman Seafood eigur millum annað skipini Melkart 2 og Ostankino, sum hava rætt at fiska í føroyskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523