Dagført: Maðurin funnin í øllum góðum

Dagført: Maðurin funnin í øllum góðum
Hann var til gongu millum Slættanes og Oyrargjógv
Tyrlan tók mannin upp og setti hann av við Oyrargjógv. (Savnsmynd)
 
02.09.2025 - 08:09

Maðurin, sum leitað var eftir millum Slættanes og Sandvág, er funnin í øllum góðum.

Tað var um átta-tíðina í morgun.

Hann var til gongu millum Slættanes og Oyrargjógv.

Tjaldið fann mannin, sum var sæddur frá sjónum. 

 

Tyrlan tók mannin upp

Tyrlan var send á staðið, har hon staðfesti, at tað var saknaði maðurin.

Tyrlan tók mannin upp.

Hann hevði tað gott eftir umstøðunum.

Tyrlan setti mannin av við Oyrargjógv
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334