Novo Nordisk sigur 5.000 starvsfólkum í Danmark úr starvi

Novo Nordisk sigur 5.000 starvsfólkum í Danmark úr starvi
Heilivágsfyritøkan væntar at spara átta milliardir kr. við árslok í 2026
Novo Nordisk sigur nógvum fólki úr starvi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 08:03

Heilivágsfyritøkan Novo Nordisk fer nú undir risastórt uppsagnarumfar. 

Tað stendur í børsfráboðan frá felagnum. 

Tilsamans verða 9.000 starvsfólk, sum fyritøkan hevur ymsastaðni í heiminum, søgd úr starvi. 5.000 starvsfólk í Danmark verða uppsøgd.

Novo Nordisk væntar, at uppsagnirnir fara at spara fyritøkuni átta milliardir krónur við árslok 2026. 

Novo Nordisk hevur 78.400 starvsfólk um allan heimin, og meira enn 34.000 av teimum arbeiða í Danmark.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050