Brúgvin um Streymin skal høvuðsumvælast

Brúgvin um Streymin skal høvuðsumvælast
Seinast, brúgvin var høvuðsumvæld, var í 2013, tá hon fylti 40 ár
Brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973. Nú skal hon aftur høvuðsumvælast.
 
12.09.2025 - 08:23

Landsverk biður nú aftur fyritøkur søkja um undangóðkenning til at sleppa at høvuðsumvæla brúnna um Streymin.

Søkt var eisini fyri einum góðum ári síðani.

Tá søktu tríggjar fyritøkur.

Brúgvin var høvuðsumvæld í 2013, tá ið hon fylti 40 ár.  

Arbeiðið skal byrja fyrst í mars næsta ár.

Freistin at søkja er 7. oktober.

Kunngjørt verður 19. november, hvør hevur søkt.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541