- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zelenskyj og Trump samdir: Gevist at keypa olju úr Russlandi

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, tekur undir við amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at lond eiga at avmarka nøgdina av olju, sum tey keypa úr Russlandi,
- Tað er neyðugt at minka um nýtsluna av russiskari olju, og hetta fer ivaleyst at gera førleikan hjá Russlandi at kríggjast veikari. Vit hoyra støðuna hjá USA, og henda støða eigur at verða hoyrd av øllum, sum framvegis keypa úr Russlandi heldur enn frá øðrum samstarvsfelagum, skrivar ukrainski forsetin á X.
Donald Trump skrivaði á Truth Social um vikuskiftið, at kríggið millum Russland og Ukraina hevði hildið uppat, um øll NATO-lond góvust at keypa olju úr Russlandi, skrivar AP tíðindastovan.
Fleiri revsitiltøk
Síðan 2023 hevur Turkaland, ið er NATO-limaland, verið triðstørsti keypari av russiskari olju. Bert Kina og India keypa meira olju úr Russlandi. Tað vísa tøl frá Granskingarstovninum fyri Orku og Reina Luft (Centre for Research on Energy and Clean Air). Eisini Ungarn og Slovakia keypa olju úr Russlandi.
Sambært danska kringvarpinum er amerikanski forsetin sinnaður at seta risa revsitiltøk í verk móti Russlandi, um NATO-londini gevast at keypa russiska olju.
Í sama viðfangi skýtur Donald Trump upp, at USA og NATO-londini saman seta tollgjøld upp á millum 50 og 100 prosent á kinesiskar vørur. Hesi gjøld skulu takast aftur, tá kríggið millum Russland og Ukraina er av.




























