Fráflyting og kyn

Fráflyting og kyn
1/5 av hvørjum árgangi flytur uttanlands at lesa, og flytur aldrin heim aftur at lesa. Hetta var eitt av evnunum á ráðstevnuni "Fráflyting og kyn".
19.09.2025 - 20:25

Í dag var ráðstevna um "Fráflyting og kyn", sum javnstøðunevndin skipaði fyri niðri í Smæruni.

40% av hvørjum árgangi fer uttanlands at lesa, og av teimum, flytir helvtin heim aftur til Føroyar. Tað vil siga, at hvør fimti í hvørjum árgangi flytur av landinum, og flytur aldrin heim aftur. Tað sigur Erla Thorsteinsson, hagfrøðingur. Hon legði fram á ráðstevnuni í dag. 

Hon arbeiðir á Hagstovuni, og tey hava fingið eitt samstarv í alg við Danmark Statistik. Við tí samstarvinum hava tey funnið útav, at tað tað eru 5600 ung, sum búgva niðri, efitr at tey eru liðug at útbúgva seg. Av teimum 5600, hevur ein triðingur nomið sær útbúgving innan heilsu- og umsorganarøkið - tað svarar til 1700 fólk. Útbúgvingar á heilsu- og umsorganarøkinum eru m.a. sjúkrarøktafrøði, heilsurøktarfrøði, heilsuhjálparar og læknar. "Tað áhugaverda við tí er, at fleiri av hesum útbúgvingum kann man nema sær í Føroyum, umframt at tað eru størv innan økini."

"Tá 40% av hvørjum árgangi ikki eru í samfelagnum, tá tey eru í tjúgunum, gera tey ikki sína ávirkan galdandi á framtíðarsamfelagið, tey skulu búgva í. Tá tey flyta heim aftur, tá tey nærkast fjøruti, eru nógv bundin av børnum, familju og arbeiði og hava ikki líka stóran møguleika at ávirka samfelagsnormarnar, sum tey høvdu havt, tá tey vóru í tjúgunum," sigur Erla Thorsteinsson. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595