Fyrstu ferð skrivað verk til symfoniorkestur

Fyrstu ferð skrivað verk til symfoniorkestur
Unn Patursson hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór, men nú hevur hon skrivað eitt verk til symfoniorkestur, sum nevnist "Útgreiningin"
26.09.2025 - 19:24

Í 2022 setti Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, seg í samband við Unn Patursson og spurdi hana, um hon hevði hug at royna nakað, hon ongantíð hevði roynt áður, nemliga at skriva eitt verk fyri symfoniorkestur. Unn játtaði, og hevur hon seinastu trý árini arbeitt við verkinum, sum nevnist "Útgreiningin".

Unn Patursson hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór, og tá skrivar hon beinleiðis til tey, sum framføra tónleikin. Tí er tað eitt sindur øðrvísi at skriva eitt verk til symfoniorkestur.

Verkið "Útgreiningin" er í sjey samanhangandi pørtum ella støðum, sum lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum. Partarnir eita ‘Farstøð I’, ‘Skip í mjørkanum I’, ‘Tyngd’, ‘Skip í mjørkanum II’, ‘Sirkus!’, ‘Gulir gummistyvlar, skvatla í hyljum’ og ‘Farstøð II’.

Hóast tilgongdin at skrivað verkið hevur verið drúgv, so er Unn glað fyri, at hon hevur prógvað fyri sær sjálvari, at tað ber til at skriva eitt verk til symfoniorkestur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585